Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: So rámandi tók Bárður á Steig Nielsen til á tingsins røðarapalli í gjáramorgunin, nú ólvasøkurøða løgmans er til viðgerðar.

- Í Trygdar- og verjumálum sleppur Høgni Hoydal, landsstýrismaður einsamallur at válka sær, og seta stór virðir fyri Føroyar í vanda, talan er um tryggleika føroyinga og at tryggja frið í Norðuratlantshavið.

- Landsstýrismaðurin noktar at taka aktivan lut í verjusemjuni, við undanførsluni um, at onki skal henda, uttanum okkum. Tað rætta hevði verið, at landsstýrismaðurin sat við borðendan, saman við danska verjumálaráðharranum.

Danska stjórnin hevur boðað frá, at 144 mia. krónur skulu brúkast til trygdina komandi árini, herav er helst talan um eitt tvey siffrað tal av mia. krónum, ið kunnu fella til Føroyar.

- Lat okkum standa saman um hetta, og útbyggja føroyska samfelagið enn meira

- Vit kunnu ikki lata misskilta nationalismu forða hesum, tí hesir Nato-pengarnir koma úr danska ríkiskassanum!

- Spurningurin er bara: Hvussu leingi vil Javnaðarflokkurin stuðla Høgna Hoydal, ið at forða hesum íløgum í Føroyum?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo