Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag eftirlýsir eitt fíggjarpolitiskt regluverk, eina endurskoðan av býtinum millum alment og privat, og at tað almenna fer undir eina skipaðeffektivisering a av almenna geiranum.
Samgongan boðar frá, at tað er neyðugt við hørðum raðfestingum, fyri at fáa langtíðar javnvág á fíggjarlógini. Tað kann tykjast sjálvsagt, at tað er neyðugt við raðfestingum, tí ynskini eru altíð størri enn tað, sum møguligt er at fíggja. Tó vísir tað seg at verða torført at raðfesta í góðum tíðum, tí tað kann vera torført at fáa forstáilsi fyri at neyðugt er við langtíðarjavnvág á fíggjarlógini. Ætlanirnar hjá samgonguni um at menna eitt fíggjarpolitiskt regluverk sum kann skipan almenna búskapin við langtíðarjavnvág fyri eyga, eru tí vælkomnar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at raðfestingar verða gjørdar, men tíverri enda raðfestingarnar ofta við, at nakrar krónur verða fluttar henda og handan vegin. Tí hevði tað verið forfrískandi, um samgongan hesuferð fór meira miðvíst til verka, og byrjaði við at hyggja eftir býtinum millum alment og privat í síni heild, og hvørjar uppgávur tað almenna eigur at røkja, og hvar privati geirin heilt ella partvíst kann lyfta uppgávuna.
Næsta stig er so at gera eftirmetingar av skipan og rakstri av almenna geiranum, bæði í síni heild, og av einstøkum pørtum. Í øðrum løndum er tað vanligt at gera sonevndar budgetgreiningar, har man greinar skipan og virksemi innan einstøk øki ella einstøkum stovnum hjá tí almenna. Hetta fyri at greina, hvat fæst fyri tað játtanina, sum Løgtingið tillutar til eitt øki, og at eyðmerkja effektiviseringsmøguleikar. Tað er upplagt at lata Fíggjarmálaráðið leiða hetta arbeiðið, við luttøku av teimum ráðum og stovnum, sum greiningin snýr seg um.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo