Øll, ið hava ørindi á Heiminum á Sýnini, mugu vísa størsta varsemi í hesum døgum.
Eisini tey, sum hava ørindi til eldri og veikar borgarar aðrastaðni í samfelagi okkara.
Hevur tú seinastu 14 dagarnar verið uttanlands, verður tú biðin um, ikki at vitja á Sýnini ella vitja aðrar eldri og veikar borgarar teir fyrstu 14 dagarnar aftaná heimkomuna.
Onnur, sum ynskja at vitja á Sýnini, verða biðin um at ringja á deildina fyrst.
Tað er sera umráðandi, at tú RINGIR og ikki møtir upp
AVVARÐANDI OG VITJANDI verða biðin um at vísa størsta varsemi og halda seg burtur frá Heiminum á Sýnini, um tey eru í iva um sína heilsustøðu.
Vinarliga
Jóngerð M. Nielsen, leiðari
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo