Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú semja er undirskrivað millum flokkar, hava fleiri spurt, hví Fólkaflokkurin ikki er ein partur av semjuni.

Hetta er søgan:

Miðjan novembur í fjør blivu fleiri uppsagnir framdar í vinnuni, orsakað av tøkugjaldinum hjá samgonguni. Í hesum sambandi vórðu vinnunevndarumboðini í Fólkaflokkinum biðin at koma á fund at viðgera eitt nýtt uppskot um tøkugjald.

Uppskotið, ið varð lagt fram, tóku vit ikki undir við.

Umframt eina tvílagað skipan við tøkugjaldi og eyka partafelagsskatti, varð lagt upp til, at landskassin skuldi hava umleið 130-170 milliónir inn afturat tí, sum longu varð kravt inn.

Ein hækking á umleið 50% (!).

Vit í Fólkaflokkinum halda, at vit eiga at flyta okkum yvir til eina skipan, har tað verður tikið inn gjøgnum partafelagsskattin.

Orsøkin er, at tøkugjaldið ger, at vinnan broytir atferð. Og júst tað sóu vit, tá fleiri uppsagnir vórðu framdar eftir broyttu tøkugjøldini síðsta vár.

Ein loysn við partafelagsskatti broytir ikki atferðina hjá vinnuni, men fer bert eftir vinninginum. At vit flyta okkum longri tann vegin, er gott.

Tó eiga broytingar at liggja innan fyri tað, sum longu verður kravt inn frá vinnuni í dag.

Tað vil siga, at hetta ikki skal nýtast sum eitt høvi til at krevja enn meira inn í landskassan, enn tað verður í dag.

Tað gjørdu vit greitt.

Men vit hoyrdu einki aftur frá samgonguni eftir hendan eina fundin.

Beinir Johannesen
formaður Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo