Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sjálvandi skulu vit ikki avtaka heimildina hjá kommununum at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg, eins og Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir – vit skulu heldur brúka heimildina.

Síðstu árini er tað gleðiliga hent, at vit hava fingið nógvar nýggjar bústaðareindir, men allar eru privatar. Alt gott um tað, men bústaðarneyðin kann ikki bara verða løgd út til tað privata at loysa, tí við verandi marknaðarprísum er ongin kjansur hjá teimum allarflestu at búgva í Havn.

Fyrr í ár fingu allar landsins kommunur umsíðir heimild at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við Bústøðum, soleiðis at kommunurnar fingu fleiri amboð til at loysa íbúðarneyðina. Í dag hoyrist so, at Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til at avtaka hesa heimildina.

Men heimildina hava vit fingið, og hana skulu vit brúka. Tí tað má bera til hjá øllum at liva og virka í Tórshavnar kommunu. Størru býirnir og bygdirnar eru ikki bara fyri tey fáu, og tí skulu vit gera nógv meira fyri at fáa eina fjølbroytta kommunu fyri øll, har mann óðansæð fíggjarliga orku kann búgva og liva.

Bíligari leigubústaðir, sum kommunan kann fáa til vega saman við Bústøðum er ein grundleggjandi liður í hesum.

Elsa Berg
Býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo