74 ára gamla Suzanne Somers, sigur, at hon og 84 ára gamli maðurin Alan Hamel hava eitt ríkt sexlív nú tað er lockdown.
- Eg havi longu havt kynslig samband við hann tríggjar ferðir í dag, sigur sjónleikarakvinnan í nýggjum podcasti «Heather Dubrow's World» sum herfyri gjørdist almennur í USA.
Her sigur Somers at hon og maðurin, sum hon hevur verið gift við í 40 ár, veruliga eru ófør í seingini.
Tann 74 ára gamla sjónleikarakvinnan avvísur sostatt upp á tað harðasta at sexlívið er ein farin tíð, tá ið tú ert komin upp í árini.
- Tá ið tú hevur nátt ein so høgan aldur, halda tey flestu, tú veitst, at alt er farið. Og kanska verður hetta ov kveikjandi kunning, men hvussu nógv er klokkan, yvir 12 ein seinnapart? Vel, tað er longu hent tríggjar ferðir - eg havi havt kynsligt samband við hann higartil í dag, sigur Somers í podcastinum, sambært Daily Mail.
Somers sigur eisini at maðurin, hóast síni 84 ár, herfyri vaknaði klokkan 04.30 og vildi hava kynsligt samband. Somers sigur at hon spurdi hann tá:
- Kundi tú í minsta lagi ikki bíða til sólin rísur?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo