Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar á føðingardegi William Heinesens, komandi fríggjakvøld tann 15. januar, kl. 18.00 í Norðurlandahúsinum.
Her sæst, hvør hevur fingið Mentanarvirðislønir landsins higartil: trýst her
Nøvnini Carl Jóhan Jensen og Eivör eru so fráverandi, at tey nærmast skríggja eftir viðurkening.
Man tíðini ikki vera komin, at almennu Føroyar stuðla teimum við eini virðisløn?
Vit gita, at í ár fær antin Carl Jóhan Jensen ella Eivör Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr.
Heiðursgávu landsins, sum er 75.000 kr., verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Hyggja vit eftir listanum higartil, so kundi Jógvan Arge verið eitt gott boð.
Virðisløn verður aftur í ár latin ungum listafólki, sum er kr. 50.000. Her kundi eitt gott boð verið Heiðrikur á Heygum, sum hevur gjørt vart seg á nógvum økjum, í seinastuni serliga innan film.
Ein lívslang heiðursgáva, sum er 20.000 kr. um árið, verður eisini latin listafólki, fyri útint listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð.
Her hava aldrandi fólk fingi flestu heiðursgávur, so eitt boð kundi verið Jóan Pauli Joensen.
Landsstýriskvinnan Rigmor Dam sigur í tíðindaskrivið, at hon gleðir seg eisini til eina serstaka mentanarliga avdúking, sum verður almenn hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum.
Hvat tað man verða, kunnu vit bara gita um. Kanska ein serliga gáva til Føroya Symfoniorkestur?
Ella til Bókadeild Føroya Lærarafelags?
Ella til grafiska verkstaðin Steinprent?
Mentanarliga virksemið í landinum er so nógv og so ymiskt, at her er nógv at rósa og geva virðisløn.
Í so máta er tað ein løtt uppgáva hjá landstýriskvinnuni og nevndini, sum gevur henni tilmæli, at finna virðislønarevni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo