BirkBloggur: Meir enn 2500 atgongumerki eru seld í forsølu til stop-motion-animatiónsfilmin Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum, sum Kringvarpið hevur latið í føroyskan ham, og nú gongur í Havnar Bio.
Soleiðis søgdu tey í hópatali. Vit fara at síggja føroyskan film! Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum. Wauw. Tankarnir ganga aftur til bilettsøluna og biografdagarnar við høvdingasoninum, Winnetou, og týska maskinmeistaranum, Old Shatterhand. Hóast ymiskir, skuldu teir bjarga søguni og skipa lógloysið, so allir nýbyggjarar kunnu liva í sátt og semju. Teir á preriuni og nú dýrini í Vallbakkaskóginum. So er vøllurin settur, teknaður og máldur upp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo