Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Amnesty Føroyar: "Sex krevur samtykki!" - Henda boðskapin hevur Amnesty Føroyar - saman við Almannamálaráðnum, Fólkaheilsuráðnum og Føroya Politii - varpað út um allar geilar hesi seinastu seks árini.

Vit hava eisini skipað fyri átøkum, tiltøkum og undirvísing, og tá ið vit hava spurt fólk, um tey hava hoyrt ella sæð boðskapin, siga
meira enn 90 % av føroyingum seg hava sæð okkara lýsingar og kenna hugtakið samtykki.

Ein hugburðsbroyting er í gongd. Ein hugburðsbroyting um kropslig rættindi, mørk og samtykki. Men enn vantar ein grundleggjandi partur.
Nevniliga lóggávan á økinum.

Í farnu viku var evnið til viðgerðar í Løgtinginum, tá Løgmaður svaraði skrivligum fyrispurningi frá Ingilín D. Strøm. Tað var gleðiligt at hoyra, at nógv av løgtingsfólkunum eru samd um, at lógin hevur grundleggjandi manglar, og at vit eiga at gera broytingar.

Eisini Løgmaður, sum umsitur økið, viðurkennir hetta. Tó lá tað ikki í luftini, at tøk skulu takast her og nú. Umrøðan í Løgtinginum vísir eisini, at tað eru fordómar og vanahugsanir, sum framvegis skulu broytast. T.d. kom fram, at tað er lutfalsliga lætt at verða dømdur fyri neyðtøku. Ein slík útsøgn gloymir totalt, hvussu trupult tað er yvirhøvur at fáa eitt mál fyri rættin. Í flestu málum verður ákæra als ikki reist, og yvirhøvur eru tað bert eitt fátal av neyðtøkum, sum verða meldaðar. Orsøkin skal m.a. finnast í lógini, tí hon fevnir ikki um tær mest vanligu
støðurnar.  

Les meira um samtykkilóg her: (https://amnesty.fo/samtykkilog/)

ALMENT TILTAK:
Á almennum tiltakið um eina samtykkilóg fara vit at viðgera evnið - persónlig søga, faklig upplegg og politisk pallborð er á skránni.
Tað hevði glett okkum, um tit vildu viðgjørt evnið, og umboð fyri tykkara stovn eru hjartaliga vælkomin til tiltakið hóskvøldið kl.
20.00.

Skráin til tiltakið:  

Kl. 20.00 - 21.30: Óluva Zachariassen skipar alt kvøldið við samrøðum við hesi:

1. Trine Svensson (Løgfrøðingur) fer at greiða frá, hvussu hon persónliga upplivdi møtið við eina skipan, har dentur verður lagdur
á at kanna harðskap og tvingsul.

2. Helle Jacobsen (Amnesty Danmark) fer at greiða frá, hví Amnesty International arbeiðir fyri samtykkigrundaðari lóggávu.

3. Kristina Samulsen (advokatur) fer at greiða frá muninum millum núverandi lóggávu í Føroyum, og so eina samtykkigrundaða
lóggávu.

4. Politiskt pallborð: Christian Andreasen (Fólkaflokkurin), Hervør Pálsdóttir (Tjóveldi), Jaspur Langgard (Ssambandsflokkurin), Ingilín
D. Strøm (Javnaðarflokkurin), Súsanna Olsen (Framsókn) og Ólavur í Geil Guttesen (Miðflokkurin).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo