Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hava havt fimbulsvetur farnu 3 vikurnar og fáa 2 vikur aftrat av somu skuffu.

Hetta er annar drúgvi kuldasnertur fyrsta ársfjórðing í ár.

Í gjár segði D&V, at Føroyar hava verið ‘kolsvartar’ í mars, tí alt regnvatn er fryst, og SEV hevur tí framleitt el-orku mest við olju og lítið við vatni og vindi.

Heidnar klima-, LGBT-, snildfon- o.a. kultismur hava avloyst kristindóm, vit og skil.

Kolvetni í neðra hevur avloyst Traman sum atvold til alt ónt og verðsins undirgang.

Flákrandi vindmyllur í erva hava erstattað Guds einglar, ið eru blivnir arbeiðs- og heimleysir á politiskum og vísindaligum nýmáli.

Nú vanta bert 150 mylnumonstur á Føroya fjallarøðum, so klára vit at minka okkara oljunýtslu úr verandi 94% niður í 90% av allari orku, smb. Umhvørvisstovuni.

So eru bert 90% eftir á mál hjá Ingilín Strøm í hennara tráan eftir eini CO2 0-loysn!

Tá eiga vit 0 bilar, heldur ikki el-bilar við battaríum, framleidd í Kina við kolorku.

Akta vit ikki dogmurnar hjá okkara klimavargum, verður heimsins undirgangur.

Heimurin dyrkar ta hálvbýttu Gretu Thunberg sum sína Gaia gudinnu.

Føroyar eiga ta gløggu Ingilín Strøm, ið er so rætttrúgvin klimakultist, at hon bannlýsir alt frá fýrverki, bensinbilum og oljufýrum til fiski- og farmaskip.

Alt, ið er, skal bannast, og sonevnt burðardygt inn í staðin uttan mun til kostnað.

Í katólskari tíð gjørdist hon okkara vestalinna sum Greta við heiti ‘Sankta’ Ingilín.

Regn og runa í tropiska Malawi
D&V vísti mánakvøldið myndir úr Malawi (Afrika), har fólk vaða í regni og runu.

Móra man vera vanligt í hesum heimsins 9. fátækasta landi (5 kr um dagin í miðal inntøku pr. fólk og 80% arbeiðsloysi).

Tað var kanska fyri at minna á, at føroyskir stórkavar og malawiskt tropuregn og móra eru bæði úrslit av somu klimakreppu (ið fyrr æt ‘heimsupphiting’).

Ingilín hevur hótt føroyingar við, at sosialistiska landstýrið fer at halda París-avtaluna um 0-kolvetni í 2040. (Kina sleppur undan og ikki kis um risa kostnaðin).

Tá verður ein fittur partur av okkara landskassa sendur til Afrika, hagar billiónir av Evrum og Dollarum av Vesturlanda menningarhjálp longu eru sendar og horvnar.

Hálvnaknir, dansandi afrikanskir veljarar, ofta í dusti av skerpingi, hava loyvt sínum leiðarum at brúka alla okkara neyðhjálp til mutur og skutur.

Hvíti maðurin er sekur í øllum heimsins vanlukkum, og øll hini eru ósek offur fyri okkara kúging og beistagerðum.

Dømi um 2-3 dómadagsprofetar
Men einki nýtt er undir sólini, sum skrivað stendur.

Ótaldir dómadagsprofetar hava malið í ørviti á jørðini áðrenn Gretu og Ingilín.

Harold Camping æt ein kristin ‘vísindamaður’, ið javnan spáddi heimsins undirgang.

Hann hevði eina ferð roknað seg til, at Dómadagur skuldi verða 6. sept, 1994.

Hann fekk ikki rætt, so hann roknaði umaftur og broytti dagin til 29. sept og síðan til 21. okt. Dagarnir komu og fóru, men gakk. Hvørja ferð roknaði hann skeivt.

Umsíður kom Camping aftur upp at blása alment og dagfesti Jesu afturkomu til 21. mai, 2011, og heimsins undirgang til 21. okt. sama ár. Aftur ‘skud forbi’.

Camping doyði og møtti sínum Skapara í 2013. Gud viti, hvat teir tosaðu um.

Men ein so bíbliukønur maður sum Harold Camping átti at vita, at evangeliini hjá Matteusi og Markusi siga við nærum somu orðum, at ‘eingin veit, hvørki einglarnir í himli, eiheldur Sonurin, men bert Faðirin’, nær Dómadagur verður.

90 ára gamli premiuidioturin Paul Ehrlich
Ein annar nú 90 ára gamal professari eitur Paul Erlich. Hann er heiðin kultistur við nakað somu kultistisku sjónarmiðum sum Sankta Ingilín og Greta Thunfisk.

Hann hevur spátt heimsins vanlukkur og undirgang við jøvnum millumbilum síðan á fyrsta sinni í 1968 við bókini, ´The Population Bomb´:

100-tals miljónir fólk fóru at doyggja í hungri í 1980-unum,

Í 1970 hækkaði Ehrlich sítt boð til, at 4 mia fólk doyðu, t.m. 65 mió amerikanar.

Sama ár spáddi Ehrlich, at áðrenn 1995 fóru 75% av heimsins djórasløgum at vera útdeyð av menniskjans tráan eftir lendi og mati.

Veruleikin er, at 8,7 milliónir djórasløg eru til enn, og heimsins íbúgvatal er 2-faldað úr 4 upp í 8 miljardir, flestøll frísk og ferug.

Vit liva dupult so leingi og eru nógv ríkari nú av kapitalismunar signingum enn tá.

Í 1975 spáddi Ehrlich, at 90% av heimsins regnskógum vóru burtur innan 30 ár.

Vertin á fylgjunum av teirra politisku ørsku
Kristin sum heiðin yptu fyrr øksl at fanatiskum ørvitisfiskum sum Canning, Ehrlich, Gore, Strøm, Thunberg, Pálsdóttur (henda kennir ikki bygdirnar í Føroyum) o.ø.

Tey heidnu, klóku og lærdu hava lítla virðing fyri kristnum vísindafólki (lutvíst av dárum sum Canning), av tí at tey eru kristin, uttan mun til teirra dugnaskap annars.

Men tað fantastiska og hugtyngjandi er, at sjálvt ein premiuidiotur sum Paul Ehrlich verður enn lyftur og borin í hávirðing av sínum starvsfeløgum á hvørjum universiteti.

Ehrlich spáddi i 1980-unum, at fólkatalið í USA fór at minka niður í 23 mió í 2020 av insekteitri, og spáddi fleiri ferðir, at alt kolvetni og ráevni vórðu uppi áðrenn 2000!

Tá búðu 250 og nú búgva 330 mió fólk í USA.

Men dómadagsprofetar hava fingið risa politiskt vald og skattapengar til at ráða yvir veðurlagi, ráevnum og náttúruvernd, um tey eita Canning, Ehrlich, Ingilín ella Greta.

Al Gore hevur 3 ferðir spátt, at Norðpólsisurin hvørvur - í 2006, í 2013 og í 2020.

Hesir dárar eru klettaføst í pátrúnni uttan mun til, hvat tey trúgva og mistaka seg í.

Vertin liggur á kostnaðinum í pengum ella vanlukkum fyri tey, sum teirra politikkur rakar, um tey fáa makt sum tey hava akt.

Tey hugsa bara um sínar góðu ætlanir og moralsku dygdir í egnum eygum, uttan mun til ringu fylgjurnar av sínum avgerðum fyri onnur menniskju og lond.

Tey hava totalitert lyndi. Tey eru verðsligu talibanarnir millum menniskju í dag.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo