Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað eru nógv foreldur, sum tíverri koma i ta støðu, at tey ikki sjálvi kunnu fáa børn, og tá hevur møguleikin at ættleiða eitt barn verið kærkomið. I 2016 vóru tað 8 familjur, ið stóðu frammaliga á listanum til at fáa eitt barn úr Etiopien,  tá Danmark brádliga steðgaði ættleiðingarsamstarvinum við Etiopien. Ikki bara mistu hesar familjur i Føroyum møguleikan at fáa eitt barn, tey høvdu glett seg til, men  tey mistu eisini stórar peningaliga upphæddir, sum tey høvdu givið latið felagsskapinum, DIA, í samband við ættleiðingina. Hetta var ein svárur smeitur fyri hesar familjur, sum i fleiri ár høvdu verið i eini tilgongd at ættleiða, og sum antin máttu uppgeva at ættleiða ella byrja umaftur á einum nýggjum lista, sum aftur kundi taka ár.  Nú var aftur galið i vikuni, tá ið sami danski felagsskapurin DIA steðgaði heilt við allari adoption. Lat tað verða sligið fast, adoption má og skal fara rætt fram,  og óreglusemi og ivamál mugu ikki koma fyri, at børnini  ikki verða ættleidd á rættan hátt, men rættartrygdin hjá foreldrum sum ættleiða er at kalla ongin, hvørki fíggjarliga ella menniskjaliga, og hesar familjur eru sárbærar í støðuni tey standa í. Støðan í løtuni er tann, at tær familjur, ið hava í hyggju at ættleiða ikki hava hendan møguleikan meira. Tíðin er tí komin til, at vit í Føroyum eins og íslendingar skipa okkara egna altjóða samstarv og fáa tryggir karmar rundan um ætteiðingina. Leggjast kann afturat, at økið persóns- familju og arvarættur er yvirtikið, so har er ongin orsøk bara dúva uppá danskar felagsskapir.

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo