Vinnuhúsið: Tørvurin á einari framkomnari og effektivari burturkastskipan er stórur í vinnuni. Samstundis hava vit seinastu áratíggjuni framt risaíløgur fyri at binda landið saman við vegum og tunlum, sum gera tað lættari at flyta seg.
Heldur enn at uppbyggja tvær paralellar burturkastskipanir í hesum lítla landi, eiga tær at verða savnaðar í einari felags skipan við støði í tørvinum her heima. Soleiðis gagnnýta vit eisini tær íløgur, sum eru gjørdar fyri at binda landið saman.
Hvørki vinnan ella borgarin fær eina betri ella bíligari tænastu av at IRF og KB hava dupultfunktiónir við hvør síni fyrisiting, hvør síni bókingarskipan o.s.fr.
Tað merkir tó ikki neyðturviliga, at vit ikki skulu varðveita tvær brennistøðir í landinum, um tað annars er besta loysnin.
Stórar íløgur fyri framman
Tað er av alstórum týdningi at vit tryggja eina effektiva og vælvirkandi skipan fyri burturkast. Stórar broytingar liggja fyri framman, nú vit flyta okkum frá einum ”brúka og tveita burtur” búskapi til ringbúskap har tilfar, í størsta mun, verður hildið í ringrás. Burturkastviðgerð í Føroyum hevur seinastu 40 árini verið miðsavnað kring brennistøðir, men við skiftinum til ringbúskap er neyðugt at raðfesta aðrar framkomnar loysnir. Hetta fer at krevja, at vit gera stórar íløgur í skipanir, sum geva fleiri møguleikar til endurvinning, innsavning og hagtøl. Besta loysnin fyri okkum í Føroyum er at hesar íløgur verða gjørdar í einari felags skipan.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur at IRF og KB eiga at vera løgd í eitt felags burturkastfelag soleiðis at virksemið kann rekast so skynsamt og effektivt sum møguligt. Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri at íløgurnar skapa óneyðuga høgar burturkastprísir fyri bæði vinnu og borgarar.
Somuleiðis er umráðandi, at nevndin í felagnum verður mannað við professionellum fólki við teimum røttu førleikunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo