Skúlablaðið: Ein rættiliga stórur partur av lærarunum, sum arbeiða í fólkaskúlanum, hava eftir- ella ískoytisútbúgving, sum fólkaskúlanum tørvar og hevur stórt gagn av. Førleikamenningin sæst ikki væl aftur á tímatalvuni, og tað er ikki rætt, heldur landsstýriskvinnan í skúlamálum, Hanna Jensen.
- Tá ið tú hevur tikið eina serútbúgving oman á tína grundútbúgving, sum skal tæna skúlanum, so eigur tað fyrst og fremst at síggjast aftur í, at tú sleppur at arbeiða innan økið, tú hevur førleikament teg í, í nógv størri mun enn tað verður í dag. Tað er ein stórur trupulleiki, haldi eg, at tað ikki hevur eydnast okkum at sett størri fíggjarorku av til, at vit gagnnýta tey betur, sum hava førleikament seg. Tað er gagnligt fyri økið, at fólk førleikamenna seg. Afturat hesum er tað ein góð motivatión at førleikamenna seg, um tað eisini sæst aftur á lønini. Hesin spurningur má viðgerast væl, tí hetta hevur somuleiðis týdning fyri at fáa fólk at støðast í skúlanum.
Hanna Jensen heldur, at tað átti at verið arbeitt stigvíst í nøkur ár soleiðis, at øll tey, sum hava førleikament seg við serútbúgvingum, í minsta lagi sluppu at arbeiða hálva tíð innan økið, sum tey hava førleikament seg í.
- Hesi fólkini hava fingið eina servitan, sum skúlin hevur brúk fyri, men skúlin fær ikki brúkt ta vitanina nóg væl. At ein lærari við servitan kanska arbeiðir tveir tímar um vikuna innan økið, sum viðkomandi hevur nomið sær vitan í, er als ikki nøkur gongd leið ella nóg gott. Tað harmar meg, at tað ikki hevur verið ein partur av politisku ætlanini, tá ið vit fóru undir at serútbúgva fólk, at tíð og umstøður eisini verða settar av til, at tey kunnu virka innan økið í størri part av síni arbeiðstíð. Tað er tann logiska avleiðingin av eini íløgu, sum tað er at útbúgva fólk.
Les samrøðu við Hannu Jensen í Skúlablað nr 2, 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo