Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Útoyggjafelagið: At dansa er heilsugott, bæði fyri likam og sál, og dansur er eisini frásøga og mentan. Hetta siga tær báðar Christina Joseph og Christina Cacosta úr USA, ið komandi dagarnar fara á útoyggj at dansa, skifta um vitan um dans og rørslur, fólkadans og føroyska dansin, við vón um at hetta kann geva íblástur, skapa sambond, netverk og eina hugnaliga løtu saman í oynni. 

Hetta eru ókeypis tiltøk, skipa sum verkstovur við dansi, práti og einum løttum ábiti. Øll eru væl komin, uttan mun til aldur og kropsligar førleikar, og tú nýtist ikki at duga at dansa. Verkstovurnar verða bæði á føroyskum og enskum.

Tiltøkini verða í Skúgvi, fríggjadagin 21. juli, í Svínoy 24. juli og á Húsum 27. juli.

Hesar báðar, Christina og Christina hava útbúgving í dansi og tiltøkini eru tað, ið verður kallað “community give back-projekt”, ella afturbering til samfelagið, og verða fíggja av ymiskum stovnum, fyritøkum og tí amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn.

Heitið á teirra verkætlan er: Dance Dialogues - Inspiring Growth and Cultural Understanding through Dance, Creativity, Inclusion and Teacher Development.

Útoyggjafelagið partur av verkætlanini
Eftir áheitan frá fyriskiparunum av dansi-verkætlanini, játtaði Útoyggjafelagið at verða partur av tiltakinum. Føroyskur dansur og fólkadansur hevur sterkar røtur á útoyggj, og tey ungu eru eins væl umboðað sum tey eldru.

At skifta um vitan og at fáa íblástur frá øðrum mentanum, er altíð ein kelda til økta vitan, áhuga og trivnað í lokalsamfelagnum, og hesum vil felagið stuðla. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo