Danir plaga at vinna alt áðrenn dysturin byrjar og EM hevur ikki verið nakað undantak, men Danmark hevur tapt tríggjar av sínum seinastu fimm dystum.
Og kanska er tíðin komin at niðurjustera vónirnar um landsliðið, spyr TV 2 Sport danska landsliðsvenjaran Kasper Hjulmand.
- Ja. Eg veit, at vit kanska í okkara landi ganga og boksa eitt sindur við tvey ting. Tað eina er stórlætisørskap og hitt er undirlutakenslu, sigur Kasper Hjulmand millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo