Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Løgtingið átti alment at eftirmett kostnar/nyttuna av Havstovuni (HS) í 40 ár.

Havstovan (HS) er so dýr og ‘gaga’, at føroyingar hava rætt til eina uppgerð.

Tilvildarlig tilmæli í áravís (eisini í 2024-25) munu órógva fiskivinnuna í hel.

Kunnu vit kalla botnfiskiskapin við Føroyar part av  høvusvinnuni longur?

Er hon ikki offur fyri akademiskum falsvísindum og byrokrati hjá ICES og HS?

Føroyingar hava rætt til at síggja, hvussu langt er ímillum tilmæli og fiskiskap.

Stásiligi ‘Jákup Sverri’ kostaði 300 m/kr at byggja og 23 mió kr í rakstri árliga.    

HS kostar 22 mio kr at reka í ár. 45 mió kr íalt er hóast alt eisini skattapengar.

Hvussu nógvar 10- (ella 100-)tals mió kr missa fiskimenn og samfelag árliga?

ICES  skaðiligan leiklut?
Altjóða fiskiveiðistovnurin ICES gav føroyingum sítt veiðutilmælið fyri 2025.

Havstovan (HS) sýnist heilt í jólahýri nú sammett við flestøll undanfarin ár.

Var tað ikki so seint sum nú í februar, at HS aftur las ‘andlát’ yvir toskin?

ICES og ekkóið á Frælsinum mæltu til 0 tons av toski í 2024 og fleiri ár fram.

Á Torradøgum í Klaksvík var minningarhald yvir toskin, ið var útruddaður.

Okkara sakkønu (fiskimenn og Osmund Justinussen) mutaðu sum vant ímóti.

Osmund og professionellir fiskimenn fingu aftur rætt hesa ferð - sum altíð.

Nýggi fiskimálaráðharrin, Dennis Holm, hóttir við at vilja fylgja ICES trælskt.

Hann missir neyvan atkvøður av tí í Vági, tí har er so lítil fiskivinna eftir.

Akademiska statsveldið kúvent
Nú, 10 mánaðir seinni, er vent í holuni, og ICES slakar nógv tons fyri 2025.

Tíðindini bórust sama fríggjadag, sum Norðsøki gjørdi met toskatúr á FB.

Manningin á hesum lítla útróðrarbáti fekk 15 tons og løgdu útaftur sama dag.

Magnus Heinason við 4 fiskifrøðingum umborð fekk 44 bankatoskar síðsta túr

Ekstasa niðri í Barbaru, eftir at FB tá hevði verið friðaður í 10 ár. Nýggjar tíðir.

Kenni ikki sjalvur akademiska stovnsveldið (fyri ikki at siga ‘terrorin’) út í æsir.

Men tað tykist, sum FB og helvt av landgrunninum (LG) eru stongdar leiðir.

Í 2024 var tilmælið frá ICES og Havstovuni 0 tosk á LG og 78 tons á FB.

Toskatilmælið er í 2025 broytt til 2,848 tons á LG og 575 tons á FB. (Hurrá).

Hýsukvotan verður óbroytt 12.000 tons og upsin øktur 60% til 24.300 tons.

ICES ein ivasom søga
ICES er ein altjóða stovnur, grundaður í 1902 við høvuðstøð í Kjøpinhavn.

Uppgávan var upprunaliga at vegleiða til røkt av fiskastovnum í Norðsjónum.

Men síðan hevur ICES víðkað sítt virksemi til at trýsta fiskitjóðir til stovnsrøkt.

Um ICES skal geva ‘grønt’ ljós fyri burðardygd, rýkur langan veg av mutri.

Eini 50 starvsfólk, tey flestu fiski- og havfrøðingar, arbeiða nú fyri felagskapin.

Men ICES hevur eisini 500 ‘samskiparar’ víða um at krevja ‘burðardygd’

‘Burðardygd’ luktar líka langt til himmals av siðspillu sum ‘grøn orka’.

Klimakulturin kraddar nú billiónir av USD og Evrum í skattastuðli árliga.

Fiskifrøðingar hava leingi krøkt til sín vísndaligt, politiskt og fíggjarligt vald.

Í ES eru skjótt fleiri fiski-, hav- og umhvørvisfrøðingar enn fiskimenn.

Í 1960-unum vóru yvir 600 fiskiskip og -bátar í Esbjerg. Nú eru 28 eftir!

Sama lagna hevur rakt Grimsby, Hull, Bremerhaven, Ålesund og Bologne.

Gongdin í Føroyum líkjist henni í havnunum kring Norðsjógvin.

Landingarvirðið í 2025 undir 600 mió kr
Virðið í tonsum frá ICES í 2025 verður lægri enn umsetningurin hjá SMS.

Áleið landingarvirði:
Á toski (3.423 tons á 30 kr kilo):                 90 mió kr
á hýsu (12.200 tons á 16 kr kilo):               190 mió kr
á upsa (24.300 tons á 12 kr kilo):               290 mió kr
                                               Tils.           570 mió kr

Eyðvitað verður virkaða útflutningsvirðið væl størri enn landingarvirðið.

Havstovan mælir til vilt ymsa veiðu. Veit nakar optimala virðið á LG og FB?

Frá 1977 til 2000 góvu heimaleiðirnar helvt av Føroya útflutningsvirði.

HS friðar og avmarkar sum eftir ráni, sumt til at fiska og annað til at ‘goyma’!!!

Tilmælini fáa ongar fíggjarliga fylgjur fyri almennu valdsharrarnar.

Fiskimenn missa 100-tals mió kr summi áramál av akademiskum ólíkindum.

Í 1990 mælti HS til 0-tosk og hýsu í 10 ár, tí at toskastovnurin var útdeyður.

Frá 1995-2000 veiddu vit 30-40.000 tons árliga á Føroya-leiðini

Beta við 5 pørum hevur fiskað 1.000-tals tons árliga av upsa í 50 ár uttan HS.

Í 2004 mælti HS til 1.500 tons av gullaksi. Teir hava fiskað 15.000 tons árliga.

Hvør annar enn gullaksafólk hevði borið prísin, um tilmælið varð fylgt?

Nei, Løgtingið átti at kanna, hvat gagn Havstovan hevur gjørt farnu t.d. 30 ár.

Eingin almennur byrokratur hevur nakrantíð fingið ‘fólksins dóm’ 4. hvørt ár.

Er tað ikki eitt sindur órímiligt, tá ein hugsar um, hvat byrokratiið kostar?

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo