Granskingarráðið: Í kvøld verður Vísindavøkan á ferð á Sandi. Tiltakið er á Sands bókasavni og byrjar kl. 19.
Á skránni verða tvær framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá Fróðskaparsetrinum:
Katrin Eivindardóttir Danielsen fer at tosa um Ílegukanningar og títtleiki av arvaligum sjúkum í Føroyum
Jákup Reinert Hansen fer at tosa um Tá allir prestar vóru føroyingar, og sandsprestur Eisenberg varð valdur til próst
Hetta er triðja av fimm tiltøkum á ferð í september.
Mánakvøldið var tiltak á Klaksvíkar Bókasavni og týskvøldið á Bókasavnium við Løkin. Myndir frá tiltøkunum eru her
Hini tiltøkini vera á:
Sørvágs Bókasavni mánakvøldið 18. september kl. 19
Miðlatúni í Vági mikukvøldið 20. september kl. 19.
Sí skránna: her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo