Granskingarráðið: Mikudagin 6 mars fer Vísindavøka á ferð í Suðuroy. Hetta er tiltakið, sum skuldi havt verið síðsta heyst, men sum varð útsett fyri veður.
Tað verða tvey tiltøk, kl. 12.00 á Miðnámsskúlanum í Suðuroy og kl. 19 í Miðlatúni í Vági.
Á skránni verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør.
Framløgurnar verða hesar:
Granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í Suðuroy
Helgi Winther Olsen, Fróðskaparsetrið
Alduorka í Føroyum
Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið
Ein kanning um, hvussu føroyingar, sum hava hjálpartól, uppliva hjálpartólatænastuna
Turið Jacobsen, gestagranskari, Fróðskaparsetrið
Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo