Granskingarráðið: Í kvøld kl. 19 verður Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavni.
Her vera tríggjar framløgur, hvør umleið 20 min.
Føroyska orkuskipanin broytir skap
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan
Umsiting av pelagiskum fiskastovnum í landnyrðings-Atlantshavi eftir Brexit
Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið
Hvat kunnu makrelegg brúkast til?
Sólvá Káradóttir Eliasen, Havstovan
Vísindavøka á ferð kring landið
Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.
Skráin sæst á gransking.fo https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2022/visindavoka-a-ferd-2022/
Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo