Sviarnir Daniel Kjellén og Fredrik Hedberg hava gjørt eina fyribils avtalu við risafyritøkuna VISA, sum vil keypa fyritøkuna Tink frá teimum.
Prísurin skal vera 13 milliardir krónur.
Forbes skrivar, at Tink er ein sonevnd "fintech-teknologi" sum gevur brúkaranum fíggjarligar upplýsingar ið kunnu avgreiða gjaldingar í eini aðrari skipan enn tí sum VISA í dag brúkar.
Tink samstarvar frammanundan við fleiri av stóru bankunum í norðurlondum, eitt nú Nordea og SEB.
Amerikansku kappingarmyndugleikarnir hava áður forða VISA í at keypa eina líknandi amerikanska fyritøku sum Tink, og nú skulu europeisku kappingarmyndugleikarnir so gera av, um handilin kann fremjast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo