Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Nevnd, leiðsla, starvsfólk og foreldur í Dagstovninum Sankta Jósef vilja heita á Tórshavnar Kommunu at vísa drúgva arbeiðnum hjá fransiskanarasystrunum og støðuføstu mentanini á stovninum virðing við at varðveita Dagstovn Sankta Jósefs sum sjálvsognarstovn.

Søgan
Dagstovnur Sankta Jósefs er hin elsti í Tórshavn. Virksemið byrjaði í 1931, og síðan 1968 hevur barnagarðurin hildið til í Varðagøtu.

Í 2022 byrjaði vøggustova eisini á dagstovninum. Virksemið varð í nógv ár væl rikið av fransiskanarasystrunum, og fleiri teirra hava havt virkandi tilknýti til stovnin ella verið í starvi heilt fram til í dag.

Sostatt liggur holl søga og stórur siðaarvur á stovninum.

Stovnurin hevur gjøgnum nógv ár uppbygt eina sterka mentan við støðufesti og tryggleika fyri børnini.

Sjálvsognarstovnur
Dagstovnur Sankta Jósefs er sjálvsognarstovnur, og er skipaður við leiðara og eini nevnd við umboðum fyri fransiskanarasystrunum, foreldrum og Tórshavnar Kommunu.

Stovnurin er væl virkandi við nógvum námsfrøðingum og einum positivum og støðugum umhvørvi.

Virksemið er sjáldan skert á stovninum. Stovnurin hevur eitt gott samstarv við Tórshavnar Kommunu.

Kommunan hevur eftirlit við námsfrøðiligu dygdini á stovninum, eins og hon bjóðar sernámsfrøðiliga ráðgeving og stuðul. Stovnurin hevur tó egna fíggjarstýring og ræði at raðfesta eftir tørvi og áhugamálum, sum eru galdandi á júst okkara stovni.

Tórshavnar Kommuna ætlanir um at keypa bygningin
Nú fransiskanarasystrarnar tíverri flyta úr Føroyum, hevur Tórshavnar Kommuna gjørt avtalu við tær um at keypa bygningin, har dagstovnurin dagliga húsast. Tá miðlað varð um keypið, kom tað brátt á bæði nevnd, leiðslu, starvsfólk og foreldur, at ætlanin er at leggja stovnin inn undir fullan kommunalan rakstur.

Slíkar ætlanir hava avleiðingar, sum eiga at verða lýstar, og kunningin átti fyrst og fremst at verið beinleiðis givin teimum, ið verða ávirkað av hesari avgerð.

Afturat hesum, eru vit – nevnd, leiðsla, starvsfólk og foreldur - ósamd í, at hetta er rætti vegur at fara.

Mest umráðandi fyri okkum á stovninum er, at virksemið heldur fram sum vant fyri børn og starvsfólk.

Ynskja ikki at stovnurin verður kommunalur
Vit vilja gera týðiliga vart við, at vit ikki stuðla ætlanini um at gera Dagstovn Sankta Jósefs til ein fult kommunalan stovn.

Vit meta, at besti máti at framhaldandi tryggja mentanina og góðsku á stovninum og harvið trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum, er at halda áfram við verandi skipan av stovninum sum sjálvsognarstovnur.

Varðveita Dagstovn Sankta Jósefs sum sjálvsorgnarstovn
Vit vilja tí heita á Tórshavnar Kommunu at vísa drúgva arbeiðnum hjá fransiskanarasystrunum og støðuføstu mentanini á stovninum virðing við at varðveita Dagstovn Sankta Jósefs sum sjálvsognarstovn.

Nevnd, leiðsla, starvsfólk og foreldur í Dagstovninum Sankta Jósef

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo