Svar uppá fyrispurning nr. 52-034/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um eftirlit við KT-verkætlanum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu er eftirlitið við menning av KT-verkætlanunum hjá landinum skipað?
2. Er hetta eftirlitið nøktandi, nú vit til dømis í eykajáttanini, sum í dag liggur í tinginum, síggja tríggjar KT-verkætlanir, sum hava havt ein størri kostnað enn ætlað?
3. Hvussu sær landsstýriskvinnan fyri sær, at stóru KT-verkætlanirnar, sum skulu gerast komandi árini, verða stýrdar?
Svar til fyrispurning nr. 1
Fyrst er at siga, at vit í Føroyum eru sloppin væl frá, so at siga, øllum størri almennum KTverkætlanum. Vit hava í dag eina vælvirkandi og effektiva skattaskipan, sum tryggjar dagførdar og rættar inntøkur hjá landinum. Eina búskaparskipan, sum er grundarlagið undir einari vælvirkandi fíggjarstýring hjá øllum almennum stovnum. Eina heilsuskipan, har allir upplýsingarnar um sjúklingin liggja í einari skrá. Eina heildarskipan, sum stýrir øllum almannaveitingum.
Einum talgildum infrakervi frá Talgildu Føroyum, sum flestallir borgarar gagnnýta dagliga. Eitt feskt dømi er talgilda appin Skjáttan, har talgild borgara- og koyrikort eru tøk. Talan er um eina væleydnaða verkætlan fyri ein sera avmarkaðan kostnað, samanborið við líknandi verkætlanir í okkara grannalondum. Landsnet er eisini ein áhugaverd verkætlan í hesum høpi, sum eisini hevur eydnast væl. Landsnet er eitt undirstøðukervi tvørtur um øll stjórnarráð við 3-4 túsund brúkarum. Seinasta verkætlanin í Landsneti var at savnað 50 stovnar í eini felags journalloysn. Ein verkætlan við 700 brúkarum, sum eisini er komin á mál, ið eingin hevur hoyrt um.
Alt hetta eru dømir um verkætlanir, sum eru krumtappar í almennu fyrisitingini og í almennum borgaratænastum.
Vert er eisini at hava í huga, at tað er kompleksiteturin, ið skapar váðarnar í eini KT-verkætlan.
Kompleksiteturin í loysnunum er ikki minni, tí vit eru eitt lítið land. Fyrisitingarligu krøvini og krøvini, sum vinna og borgarar seta, eru tey somu sum í stórum londum. Havandi hetta í huga kunnu vit ikki siga annað enn, at vit hava megnað hetta økið sera væl.
Stjórnarráðini eiga at tryggja, at KT-verkætlanir verða framdar sambært tí ætlan sum fyriliggur.
Kostar ein KT-verkætlan meira enn 5 mió. kr. krevur hon harumframt eina verklagslóg.
Verklagslógin lýsir, eins og tað var ein tunnil, vegur ella ein bygningur,
- hvat er vavið/hvørjar veitingar eru partur av verkætlanini
- hvat kostar hon
- hvussu langa tíð tekur hon
- Hvussu er hon skipað/hvør er verkætlanarbygnaðurin, og
- hvørjir váðar eru.
KT-verkætlanirnar verða tí skipaðar soleiðis, at stjórnarráðini hava møguleika at fremja sítt eftirlit, tryggja neyðugan "framdrátt" og at kostnaðarætlanin heldur.
Fíggjarmálaráðið hevur regluliga fund við Gjaldstovuna um Talgildu Føroyar, har allir tættir í Talgildu Føroyum verða viðgjørdir.
Eisini skal Gjaldstovan hvønn mánað góðkenna roknskap fyri Talgildu Føroyar umvegis roknskapargóðkenningarskipanina hjá landinum.
Harumframt er hetta virksemi partur av grannskoðan av landsroknskapinum. Á hvørjum ári letur Landsgrannskoðanin løgtingsgrannskoðaranum ársfrágreiðing sína í sambandi við, at løgtingsgrannskoðarin leggjur landsroknskapin fyri Løgtingið til samtyktar. Verður hugt í hesar frágreiðingar, so hevur Landsgrannskoðarin frágreiðingar um t.d. Talgildu Føroyar verkætlanina, bæði um veitingar og verkætlanarstýring (LG 2018/203-111).
Svar til fyrispurning nr. 2
Spyrjarin vísir til tríggjar verkætlanir, har neyðugt er við eykajáttan. Her er vert at nevna, at bert ein av hesum, Virkisskráin, er ein KT-verkætlan. Hinar báðar eru KT-rakstur og KT-menning.
Orsøkin til tær báðar eykajáttanarumbønirnar er serliga vegna vantandi inntøkur av ymiskum orsøkum.
Stutt um nevndu KT-verkætlanirnar
Talgildu Føroyar / Virksskráin
Verkætlanin at menna eina Virkisskrá er seinasti tátturin í heildarætlanini fyri talgilding av samfelagnum, sum er grundað á verklagslóg um Talgildu Føroyar frá 2017. Henda verkætlan hevur til endamáls at menna eina alment galdandi skrá fyri allar løgfrøðiligar eindir í landinum.
Umframt at vera ein nýggj skipan, har m.a. møguligt verður hjá borgarum at stovna og viðlíkahalda egin feløg, og har allir áhugapartar kunnu fáa og finna upplýsingar um virki og feløg, kemur hon at avloysa partafelagsskipanina hjá Skráseting Føroya.
Verkætlanin er undir somu eftirlitum, sum eru nevnd omanfyri, og haraftrat er at siga, at verkætlanin verður stýrd og skipað eftir kendum verkætlanarleiðslu leistum og háttaløgum, sum Gjaldstovan gjøgnum nógv ár, hevur ment og sett í verk á stovninum. Starvsfólkini sum eru sett at stýra verkætlanini hava haraftrat drúgvar royndir innan verkætlanarleiðslu.
Landsstýriskvinnan heldur tí ikki, at orsøkin til at verkætlanin hevur tørv á meirfígging er vantandi eftirlit, men heldur av øðrum ávum. Høvuðsavbjóðingin við hesari verkætlan er, at hon er tvørstovnalig. Gjaldstovan eigur verkætlanina, meðan fyrst og fremst Vinnustovnurin, og síðani TAKS og Hagstovan verða brúkarar av skipanini. At samskipa verkætlanina upp á tvørs av fleiri stovnum, hevur víst seg munandi meira avbjóðandi enn upprunaliga hildið.
Gjaldstovan hevur í sambandi við, at tíðarætlanin ikki hevur hildið, valt at endurskoða verkætlanina. Fleiri roynd fólk úr starvsfólkahópinum hjá Talgildu Føroyum verða knýtt til verkætlanina. Bygnaðurin og mannagongdir í verkætlanini verða eisini broyttar.
KT-landsins /Skúlanet
Gjaldstovan bjóðar eitt Skúlanet í tøttum samstarvið við Undirvísingarstýrið, sum verður fíggjað av stovnum, ið brúka Skúlanet. Størsti parturin av fíggingini av Landsneti og Skúlaneti eru brúkaragjøld. Sjálv verkætlanin at skapa eitt Skúlanet tøkniliga er gjørd. Prísurin at stovnseta netið, var tað, sum upprunaliga mett. Netið varð boðið út og er stovnsett í rakstrinum.
Trupulleikin er, at verksetingin ikki hevur gingið so skjótt, sum Undirvísingarstýrið hevði roknað við. Tað hevur tikið tíð at fáa kommunurnar og stovnarnar við í loysnina. Sostatt hevur Gjaldstovan undirskot av rakstrinum. Hetta eru viðurskifti, sum Gjaldstovan ikki hevur ræði á. Tí hevur §7 Barna-og útbúgvingarmál fíggjað umbønina um eykajáttan á §3 Fíggjarmál til KTlandsins við 2 mió. kr.
Talgildu Føroyar / Talgildu Føroyar 2.0
Henda játtanin verður brúkt til at menna Vangan. Vangin hevur í dag eitt virksemi, sum er partvíst fíggjað við játtan á fíggjarlógini og partvíst við inntøkum frá stovnum og kommunum, ið velja at menna tænastur at leggja á Vangan. Høvuðsorsøkin til at neyðugt er við eykajáttan er, at inntøkumetingin, sum varð gjørd við ársbyrjan, tíverri ikki hevur hildið. Hetta skyldast avbjóðingum hjá stovnum og kommunum, at gera seg klár til at leggja tænastur á Vangan.
Svar til fyrispurning nr. 3
Rundskriv um Keyp Landsins ásetur, at Gjaldstovan skal hoyrast, tá ið stovnar fara í holt við KT-verkætlanir. Gjaldstovan er tikin við í fyrireikingarnar í sambandi við bæði nýggju skattaskipanina og heilsuskipanina, sum eru verkætlanir, ið fara í gongd komandi árini.
Í løglistanum til ólavsøkurøðu løgmans fyri 2023 hevur landsstýriskvinnan boðað frá, at arbeitt verður við at stovnseta ein nýggjan talgildingarmyndugleika. Henda ætlan sprettur úr fleiri tilmælum og heildarætlanum. Nýggja nettrygdarætlanin fyri Føroyar vísir á týdningin at hava ein myndugleika, sum kann tryggja, at KT-trygd verður hugsað inn í allar KT- og talgildingarverkætlanir frá byrjan. Eisini vísir nýggja heildarætlanin fyri talgilding av samfelagnum á, at ein nýggjur talgildinarmyndugleiki m.a. eigur at seta krøv til hvussu verkætlanir verða skipaðar og stýrdar. Hesin myndugleikin verður sostatt sæddur sum enn ein táttur at styrkja KT- og talgildingarverkætlanir hjá landinum.
Tinganes, 18. oktober 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo