Almanna- og Mentamálaráðið: Í komandi viku fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, at handa virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2022.
Handanin verður á hátíðarhaldi í Tórshavnar Musikkskúla, í konserthøllini Hátúni, mikukvøldið 22. februar kl. 19.00.
Tríggjar virðislønir verða handaðar:
- Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
- Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
- Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin fyri at kveikja ung listafólk og stimbra tey í menningini av yrkisleiðini.
Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo