Blaðútgevara Føroya fegnast um, at viðurskiftini millum Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya eru løgd í trygga legu við nýggjum public servce sáttmála, sum skal lýsa, hvussu almenni stovnurin tænir Føroya fólki næstu árini.
Tá tað er sagt, so harmast Blaðútgevarafelag Føroya um, at Mentamálaráðið ikki eisini tekur viðurskiftini hjá privatu miðlunum í eins stórum álvara. Vit hava ferð eftir ferð víst á, at lógin um miðlastuðl má fáast upp á beint aftur, at skipanin við sokallaðu verkætlanunum verður avtkin, tí skipan ger nógv størri skaða enn gang.
Nú fimm mánaðir eru farnir av árinum, hevur Mentamálaráðið enn ikki útgoldið miðlastuðulin fyri 2023, til stóran ampa fyri privatu miðlarnir, sum hava lagt sær árið til rættis eftir stuðinum, sum er játtaður.
Orsøkin er ein illa virkandi miðlastuðulsnevnd, sum er ovbyrjað av púra óneyðugum umsitingararbeiði. Hetta kundi verið broytt við einum pennastroki við at vent aftur til skipanina, sum sitandi samgonguflokkar samtyktu í 2017. Undanfarna samgonga broytti skipanina til eina skipan við verkætlanarstuðli, har ein nevnd undir landsstýriskvinnuni skal gera av, hvørjum evnum privatu miðlarnir skulu arbeiða við. Ein skipan, sum tekur redaktióonsrættin frá frælsum fjølmiðlum og flytir hann til eina nevnd undir landsstýriskvinnuni – ein skipan, sum er so tung umsitingarliga, at miðlastuðulsnevndin í fjør kastaði handklæði í ringin og legði frá sær. Nýggja miðlastuðulsnevndin megnar heldur ikki uppgávuna og hevur ligið á miðlastuðlinum í fleiri mánaðir.
Tað er lætt at rætta skeivleikan aftur. Tað er bara at venda aftur til skipanina, sum var galdandi áðrenn 2021. Vil landsstýrið hava eina nýggja skipan, so er lagað manni at gera eina eftirmeting saman við teimum miðlunum, sum fáa miðlastuðulin og á tann hátt fáa eina skipan, sum allir partar eru nøgdir við.
Vit minna á orðini úr samgonguskjalinum:
»Miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast. Miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta«.
Vísið nú í verki, at orðini eru meint í álvara.
Blaðútgevarafelag Føroya
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri, Sosialurin
Jonhard Hammer
Blaðstjóri, Dimmalætting
Jóhann Lützen
blaðstjóri, Norðlýsið
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo