Týskvøldið 13. juni kl. 20.00 fer Sámal Petersen at hava solokonsert í Vestmanna kirkju.
Á skránni eru verk eftir J. S. Bach og eitt nýskrivað verk eftir unga amerikanska tónaskaldið Stephanie Ann Boyd. Stephanie hevur smíðað hetta verk til 37 violinspælarar úr øllum heiminum. Sámal er ein av teimum útvaldu til at framføra hetta verk fyri fyrstu ferð í Hvannasunds Kirkju. Eftir Bach spælir Sámal 2 satsir úr a-moll sonatu og alla E-dur Partituna.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo