Kringvarpið: Nýggir partar av málmennandi barnasendingini um Vinus og Vimús vera í næstum á skránni í sjónvarpinum og sjálvandi eisini í VIT-appini og á KvF-heimasíðuni. Talan er um 10 nýggjar partar. Fyrsti nýggi parturin verður vístur 1. mars.
Vinus og Vimús er føroysk barnarøð til børn frá 2 til 6 ár. Men øll kunnu sjálvandi hyggja. Eisini vaksin!
Vit eru stødd inni hjá Vinusi, hann er ein fittur vinur, sum dugir væl at finna upp á og siga frá og eisini at spæla tónleik. Har eru nógvir vakrir litir at hyggja at.
Og í bókahillini sita bamsur í hópatali, bæði stórar og lítlar, og har eru eisini nógvar góðar bøkur, og har eru eisini nógvar stuttligar leikur at spæla við.
Inni undir hillini býr Vimús. Vimús býr í músaholini undir bókahillini, tað er ein sera hugnalig hola hjá eini mús at vera í.
Hvørja ferð finna Vinus og Vimús upp á okkurt nýtt. Og hvørja ferð ber eisini til at læra okkurt nýtt og stuttligt. Hóast sumt er torført at gera, og sumt er torført at siga, so vísa Vinus og Vimús hvussu tú skalt gera og siga, og so er tað knappliga einki fyri.
Hvønn dag fer Vimús at lesa eina góða bók.
Og hvønn dag fer Vinus at syngja og spæla ein sang, og tá klívur Vinurin inn gjøgnum vindeygað og fer at syngja og spæla við, hann hevur altíð eitt nýtt ljóðføri við.
Nær: Í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld klokkan hálvgum sjey. Og altíð á VIT-appini.
Og at enda siga vit:
Góðan morgun, dag, gott kvøld, góða nátt og farvæl!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo