Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit vita at í Føroyum eru nógv fólk ið eru fíggjarliga sperd, men tað er ikki fyrr enn nú, tá hesum bólkurin av fólkið vaksur, at fólk varnast tað. Tað er ikki okey at tað eru fólk í Føroyum ið eru so illa fyri, tá tað samstundis eru so nógv stinkandi rík fólk. Tað hevur aldrin verði okey og tað skal heldur aldrin vera okey.

Eingin skal kunna vera so ríkur at tað koyrir onkran annan í fátækraváða.

Í menniskjur góður tokki gjørdi eina kanning í 2013, tey høvdu samtalur við 12 familjur, og tað vísti seg at tann ríkasta av teimum 12 familjunum hevði 120kr at liva fyri um dagin, aftaná tey høvdu goldið leigu. Í 2022 hava vit familjur, ið mugu velja um børnini skulu hava blæður ella vera mett. Tað er ikki nakað nýtt at fólk eru í fátækraváða í Føroyum, trupulleikin er bert at í hesum tíðum vera tey, ið longu eru í fátækraváða uppaftur meira fátøk.

Hjá teimum eldru knípur tað í, lesandi ríma av landinum, børn eru svang og samstundis eru tað alt ov nógv stinkandi rík fólk sum ikki merkja nakað sum helst til orkukreppuna.

Og hvat ger samgongnan? Jú, tey bjóða oljufeløgum vælkomnum til Føroya at leita eftir olju, tí “tað ferð at gera umstøðurnar hjá teimum lágløntu betur”. Men tað er akkurát tey, sum eru harðast rakt av, at vit enn eru so bundin av olju og gassi. Tað einasta hetta hevur við sær er, at nøkur heilt fá fáa gagn av oljuni og gerast rík av at oyðileggja veðurlagið. Um ætlanin hjá samgonguni veruliga var at gera umstøðurnar hjá teimum lágløntu betur, so høvdu tey langt síðani gjørt tað.

Vit hava fyrr leita eftir olju og hava einki funnið, tí skal ein stór leiting í gongd, og hetta krevur tíð og pengar, sum vit ístaðin høvdu kunna nýtt til at skifta um til varandi orku. Vit hava heldur onga ávirkan á altjóða orkuprísir, so um vit finna olju, verður prísurin bara justeraður eftir altjóða marknaðinum eftir stutta tíð.

Loysnin til orkukreppuna og at lyfta tey lágløntu er ikki dýr svørt orka, men álítandi, bílig og grøn orka við støðugum prísum.

Vit noyðast veruliga at gera umstøðurnar betur hjá lágløntarbólkum sum t.d. lesandi, einligum foreldrum, eldri, og ikki minst familjum. Ikki við at brúka tíð og pengar á eina møguliga framleiðslu av olju, men við t.d at gera skattin meira stigvaksandi soleiðis at rík fólk gjalda sín part, koyra lestrarstuðulin upp, gera gerandisvørur, sum t.d mjólk, breyð, grønmeti og menstruatiónsvørur mvg fríðar, tryggja øllum ungum upp til 25 ár ókeypis tannviðgerð, og lyfta lønina hjá kvinnudominerandi arbeiðisplássum.

Hetta hendur bert við einari vinstravendari samgongu.

Pól Jóhannus Toftegaard Larsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo