Dirvi er, tá tú ert tann einasti sum veit, at tú ert bangin
- Colonel David Hackworth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Úrslitið er einfalt. Framgongdin steðgar og vit gerast øll fátækari.

Alivinnan hevur ment seg til eina stóra lagkøku, sum vit øll nýta gott av. Men vinstravongurin hevur nú boðað frá, at fáa tey vald, skal alivinnan rinda munandi meira til landskassan.

Alifyritøkurnar í Føroyum hava seinnu árini brúkt meira pening til íløgur enn tær hava havt í yvirskoti.

Tað merkir, at hóast stór yvirskot er skuldin vaksin. Hetta tí tey hava havt trygg politisk viðurskifti og tí tora at brúka meira pening, enn tey forvinna.

Alifyritøkurnar hava gjørt royndir, sum hava kostað óhugnaligar upphæddir. Hetta í vón um at tjena pengar, og harvið geva samfelagum meira. Men tær hava eisini mist stórar upphæddir, tí nógvar royndir hava miseydnast.

Um vinstravongrurin vinnur valið og fremur sína ætlan um at plyndra alivinnuna, vil vinnan sjálvandi steðga við ivasomum royndum Tá vilja tey sjálvandi bara gera tað, sum tey vita gevur nógv, og steðga øllum ivasomum royndum.

Tá steðgar vøksturin. Tað er ein dáragerð fyri samfelagið. Okkara betrandi vælferð byggir á vøkstur.

Bara tann eina fyritøkan hevur yvir 1000 starvsfólk, umframt 1100 undirveitarar. Tvs at uml. 1100 fyritøkur, lítlar sum stórur, missa sølu og arbeiðir, tær hava í dag. Vil ikki hugsa, hvat tað merkir fyri óteljandi familjur í landinum.

Um vit velja vinsravongin, minkar kakan úr alivinnini, og minni er til øll.

Men um vit geva alivinnuni møguleikan at brúka vinning til at vaksa, ja, so kunnu vit støðugt betra vælferðina.

Kakumynd er reel. Uttan mun til hvussu nógv stykkir tú sker eina komandi lítla kaku, er møguleikin hjá okkum øllum at fáa størri lut, um kakan blívir størri.

Valið er títt.

Men Fólkaflokkurin vil hava kakuna størri.

Jørgen Niclasen, valevni Fólkaflokksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo