Hagstovan: Lægsti vinnutíttleikin er at finna í Sandoyar- og Suðuroyar økjunum, har hann er undir 78 prosent. Í hinum økjunum liggur vinnutíttleikin yvir 82 prosent.
Vinnutíttleikin er hægstur í Suðurstreymoy og Eysturoy við yvir 85 prosentum.
Munurin í vinnuttíttleikanum hjá kynunum er millum 3 og 4 prosentstig í øllum økjum. Kvinnurnar í Sandoyar øki hava lægsta vinnutíttleika við 75 prosent og mannfólk í Suðurstreymoyar øki hava hægsta vinnutíttleika við 87 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo