Vinnuøki í Tórshavnar kommunu skulu fáast niður í heilt smá økir.
Og eiga tey eisini at fáast bæði til keyps og leigu.
Hetta fyri at lætta um hjá okkara smærru vinnufyritøkum.
Aloftast eru vinnuøkini sum Tórshavnar kommuna hevur at bjóða, heldur stór hjá lítlu fyritøkuni at keypa.
Og eigur Tórshavnar kommuna tí beinanvegin at økja um útboðið fyri smærru virkini í býnum.
Í sama viðfangi vil hetta eisini eira ymisku býarpartar okkara fyri óynsktu vinnutólini, ið kunnu standa til ampa kring um í býnum.
Bogi í Gil
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo