Í farnu viku var fundur í Tinganesi millum landstýrismannin í Uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal, og umboð fyri partar av føroysku kavaravinnuni. Á fundinum varð landstýrismaðurin kunnaður um vinnumøguleikarnar, ið føroysk vinnukavingin hevur og um hvussu vinnan kann mennast enn meira.
Landstýrismaðurin var hugtikin av hvussu stóran týdning vinnukaving hevur fyri ávísar vinnugeirar, í samfelag okkara.
Landstýrismaðurin, vinnan og leiðslan á vinnukavaraskúlanum avgjørdu í felag, at leggja eina ætlan fyri hvussu føroysk vinnukaving kann mennast enn meira, soleiðis at vinnumøguleikarnir hjá føroyskum kavarum gerast enn størri og betri.
Á myndini síggja vit luttakararnar á fundinum í túninum í Tinganesi, frá vinstru síggja vit Janus Joensen, stjóra á vinnukavaraskúlanum, Hera Mørkøre próvdómara innan vinnukaving, Høgna Hoydal, landsstýrismann í Uttanríkis- og Vinnumálum og Høgna Kjeld, vinnukavara og stjóra í kavarafyritøkuni Green Marine Divers.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo