Fríggjadagin skipaði Vinnukavaraskúlin, saman við Vørn og Landssjúkrahúsinum, fyri venjing fyri vinnukavaranæmingar í trýsttanganum úti á Landssjúkrahúsinum.
Venjingarnar eru eitt krav, tá talan er um at útbúgva vinnukavarar. Talan er um sokallaðar kognitivar venjingar t.v.s. at kavararnir skulu loysa skrivligar uppgávur, meðan teir eru undir einum trýsti, ið samsvarar at kava niður á 30 metra dýpið í sjónum.
Tá kavarin er undir so stórum trýstið gerast lættar uppgávur eitt sindur meira torførar at loysa.
Alt gekk av tí allar besta og fingu bæði kavarar og starvsfólkini hjá Vørn og Landssjúkrahúsinum nógv burturúr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo