Mánadagin 18. Septembur byrjar eitt toymi av vinnukavarum at eftirútbúgva seg, í Føroyum.
Tað serliga við júst hesum næmingatoyminum er, at meirilutin av luttakarunum eru fremmandir kavarar, frætta vit frá føroysku fyritøkuni Faroedive, sum stendur fyri útbúgvingini.
- Teir koma til Føroyar at eftirútbúgva seg, tí teir ynskja at uppstiga síni kavaraprógv til kaving við luftveiting frá vatnskorpuni. Vinnukavarar hava munandi størri vinnumøguleikar, tá teir hava prógv og loyvið at kava við luftveiting frá vatnskorpuni, sigur Janus Joensen frá Faroedive.
Myndugleikarnir í Grønlandi, Íslandi, Danmark og Noregi loyva kavarum við føroyskum kavaraprógvum at virka í sínum øki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo