Nú seinnapartin setti Heðin Mortensen, borgarstjóri, stóra tiltakið Vinnforum í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, har nógv fólk var samankomið. Evnið í ár er grøn umlegging.
Borgarstjórin byrjaði við at takka teimum í Hugskotinum fyri, at tey enn einaferð hava skipað fyri tiltakinum Vinnuforum, sum er eitt gott og neyðugt høvi hjá vinnu og kommunu at hittast til netverk og íblástur. Endamálið við tiltakinum er at fáa tættari samstarv millum vinnu og kommunu, sum er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði.
- Á Vinnuforum verður fokus sett á evni, ið eru viðkomandi fyri vinnuna. Evnið í ár er grøn umlegging. Øll tosa um umhvørvið og royna hvør í sínum lagi at finna grønu leiðina. Vit mugu øll – borgarar, vinnulív og myndugleikar - taka lut í arbeiðinum og vit mugu øll gera okkara at finna felags orkuvinarligar loysnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo