Vinnuhúsið: Næsta ár verður árligi Vinnudagurin sum vant seinasta fríggjadag í september. Tað vil siga, at 29. september 2023 hittist vinnan aftur.
Á Vinnudegnum hittast vinnulívsfólk fyri at skifta orð og knýta sambond, umframt at ymsir fyrilestrar eru á skránni.
Eitt hæddarpunkt er eisini, at árins Vinnuátak og Ársins Virkið verða vald.
Á Vinnudegnum hesaferð varð TROM valt sum ársins Vinnuátak. Les meira um grundgevingarnar hjá dómsnevndini her.
P/F SMS varð kosið Ársins Virkið. Les grundgevingarnar hjá dómsnevndini her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo