Hagstovan: Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 1998 til 2020. Hagtølini fevna um ikki-fíggjarlig feløg.
Nýggju hagtølini vísa millum annað, hvussu fyrsta árið við koronufarsóttini hilnaðist í ymsum vinnugreinum í mun til undanfarin ár. Sum nakað nýtt innihalda vinnugreinahagtølini nú tøl fyri ‘Vinningsbýti’ og ‘Nettoíløgur’.
Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum og fyri ikki at gera dupultteljingar, eru úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikin við í ársúrslitunum, ið verða greinað niðanfyri.
Nýggju hagtølini vísa millum annað, at úrslitið í høvuðsvinnugreinabólkinum ‘Flutnings- og goymsluvinnan’ í 2020 var minus 324 mió. kr., ið er 480 mió. kr. minni í mun til 2019, tá úrslitið var 156 mió. kr. í yvirskoti. Úrslitið fyri ‘Gisting og matstovuvinnu’ var minus 19 mió. kr. í 2020 í mun til 30 mió. kr. í yvirskoti í 2019, t.v.s. ein minking á 49 mió. kr. Í 2020 var úrslitið fyri ‘Landbúnað og fiskiveiðu’ 499 mió. kr., sum er 551 mió. kr. minni í mun til 2019, tá úrslitið var 1,05 mia. kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo