Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

I næstum verður føroyameistaraheitið í telduspælinum Counter-Strike: Global Offensive, sum eSport Føroyar skipar fyri á hvørjum ári, enn einaferð á dagskránni. Talan er um eitt telduspæl, sum hevur vundið serstakliga nógv uppá seg kring allan heimin – eisini í Føroyum. Bert fyri døgum síðan setti Counter-Strike: Global Offensive nýtt altjóða met, tá fleiri leikarar enn nakrantíð áður spældu samstundis. 

Tær komandi vikurnar fara Føroya kringastu leikarar í spælinum at dystast í móti hvørjum øðrum umvegis internetið, fyri at avgreiða spurningin um, hvat fyri eitt av luttakandi liðunum at enda fær heiðurin sum føroyameistarar 2020. Endabresturin, har vinnarin verður útnevndur, verður  á einum LAN-finalu tiltaki, har tað ikki verður spælt á netinum, men í staðin saman á einum staði, har spælararnir veruliga fáa høvið at hittast undir trýstinum.

Finalu tiltakið verður í hølunum hjá Elektron á Staravegi 9 í Tórshavn tann 2 mei. Elektron er høvuðsstuðul til føroysku CS:GO kappingardeildina, og tískil hevur kappingin heitið Elektron deildin.

Tiltakið byrjar seinnapartin, og væntað verður, at føroyameistarin verður funnin einaferð eftir klokkan 19 um kvøldið, tó at tað er trupult at siga júst nær, tá dystirnir kunnu verða skiftandi í longd. CS:GO á einum høgum støði kann verða ómetaliga spennandi - eisini fyri tey sum ikki heilt skilja tað enn.

Tí heita vit øllum áhugaðum um at koma ein túr framvið hjá Elektron, har øll hava høvið til at fylgja við spenninginum á storskíggja, og eisini verður møguligt at fáa sær ein bita á staðnum. Hjá teimum, har tað ikki liggur fyri at vera til staðar til kappingina, ella til teirra sum bert eru eitt sindur forvitin heimanifrá, ber til at síggja kappingina á eSport.fo og kendu stroyming heimasíðuni www.twitch.tv/esportfo.

Áskoðaratølini á hesum miðlum hava verið støðugt vaksandi, og væntað verður, at øll met verða sligin til finalurnar - serliga eftir at CS:GO framvegis setur nýggj met.

Tað eru heili 70.000 krónur í vinningum á hesum sinni, og tó at tað kann tykjast sum ein stór upphædd - og tað er tað eisini - so er hetta lummagrús í mun til tað, sum spælarar uttanlands kunnu vinna, sjálvt tá teir tapa, og tað talar fyri, hvussu stórir menningarmøguleikarnir eru innan eSport økið. Tó so sigur eSport Føroyar, at tey eru serstakliga fegin um stuðlarnar til deildina, og at undirtøkan frá stovnum og fyritøkum hevur verið størri enn man nakrantíð hevði væntað.

Tó at vinningarnir eru stórir, so kann sigast, at teir flestu garvaðu leikararnir spæla, tí at spælið liggur hjartanum nær og tað er nakað teir brenna fyri. Rúni Winther Johnsen, samskipari hjá eSport Føroyar sigur, at tað sjálvandi er eitt stórt pluss hjá leikarunum, at teir eisini kunnu vinna nógvar vinningar, men hjá teimum flestu er tað ikki tann avgerandi faktorurin hjá bestu leikarunum - teir elska spælið og kappingarumhvørvið.

Á heimasíðuni, www.eSport.fo, síggjast nærri upplýsingar um sesong 6 av Elektron deildini. Harafturat verða greinar og annað leypandi lagt út í sambandi vid kappingina, sum er í gongd.

Tilber at melda seg til kappingina á heimasíðuna fram til 19 februar klokkan 14:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo