Vinni H. Victorsdóttir hevur framsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági í mars.
Vinni hevur altíð havt listarligan áhuga. Tey 5-6 seinastu árini er Vinni meir ítøkuliga byrjað.
Seinastu 2 árini hevur hon arbeitt við andlitsmyndum. Á framsýningini eru fleiri av hennara andlitsmyndum.
Málið hjá Vinni er at finna sín egna stíl.
Eins og so nógv onnum, so er hon regluliga í Listastovuni í Miðvági, har tey hittast, geva hvørjum íblástur og møtast til ymisk skeið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo