Íverksetan: Fyrr í ár skipaði Íverksetarahúsið í samstarvi við Uttanríkis- og mentamálaráðnum fyri árligu Skúla FM kappingini, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.
Vinnarin í ár gjørdist bólkurin Trekk frá Skúlatrøð í Klaksvík, sum hevur ment eitt nýtt slag av dressingi úr tara. Við sigrinum fekk Trekk møguleikan at luttaka í kappingini NextLevel, sum er DM kapping í íverksetan fyri skúlaungdóm, har kappast verður ímóti næmingum úr øllum Danmark og Grønlandi.
Í dag gjørdist tað greitt, at Trekk er millum teir útvaldu bólkarnir, sum eru komnir í sjálva DM finaluna 26.mai. Tað er Fonden for Entreprenørskab sum skipar fyri DM í íverksetan, og er hetta fyrstu ferð at næmingar úr Føroyum luttaka.
Tað er at fegnast um, at arbeiðið við at skapa eina íverksetaramentan millum skúlaungdóm í Føroyum ber ávøkst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo