Tórshavnar kommuna: Tríggir filmar eru valdir út sum vinnarar í filmskappingini um at økja um endurnýtslu av pappi og pappíri.
Sirið Stenberg fer at handa vinnarunum virðislønirnar á einum haldi í Perluni mánadagin 5. nov. 2018 kl. 16. Øll áhugað eru vælkomin.
Í dómsnevndini eru umboð fyri Tórshavnar kommunu, IRF, Fólkaheilsuráðið, Klippfisk og Umhvørvisstovuna, sum eisini hevur tikið stig til kappingina.
Les meira um kappingina her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo