Vínkúllarnir bjóða enn einaferð til ókeypis vínsmakking beinleiðis online. Jólavínsmakkingin verður leygardagin tann 5. desember kl 20.30 og leinkja til tiltakið verður lagt út á Facebook síðuni “Hugnaløtur” og á Facebook tiltakinum “Beinleiðis jólavínsmakking”.
Hesaferð hava vínkúllarnir eitt tema, sum er jólavín ið Rúsan bjóðar fram á hyllunum. Sum altíð, so verður vín og matur smakkaður og diskuteraður, men hesaferð er tað jólavín og jólamatur sum er í fokus.
Her eru útvaldu fløskurnar til smakkingarnar, og Rúsdrekkasølurnar kring landið standa klárar at ráðgeva tykkum við smakkingini:
1. Faustino Rivero Rias Baixas Albarino
2. Henri Ehrhart Alsace Pinot Gris
3. Barbera d´Alba Pelisa
4. Cotes du Rhone Villages La Bastide Organic
5. Origens Red
6. Tommasi Della Valpolicella Classico Amarone
Vínkúllarnir koma at viðmæla okkurt afturvið eisini, so tað er bara at fylgja við á Facebook tiltakinum hjá “Hugnaløtur” síðuni: Beinleiðis jólavínsmakking.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo