Morgindagurin byrjar við bert einum guli av norði sum so líðandi fer niður í eystan ímeðan hann trilkar vindin. Turt og onkrir sólglottar, hitin ímillum 1 og 3 stig.
Týsdagin strúkur í vindi av eystri, regn allan dagin og hitin 3-4 stig.
Mikudagin heldur avfallið fram, men nú kanska meira sum vátaslettingur, tað verður eitt sindur kaldari, um 2 stig, og ættin landnyrðingur, uppí hvassan vind ella skrið.
Hósdagin makar hann vindin nakað sum frálíður, mest turt og kanska sólglottar fyrrapartin, hitin um 2 stig.
Fríggjadagin frískur vindur av útnyrðingi, turt og sól ein stóran part av degnum og hitin um frostmarkið.
Næsta vikuskiftið verður ættin norðan, frískur vindur leygardagin men lítil vindur sunnudagin, hitin um frostmarkið og okkurt kavaali, hitin um frostmarkið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo