Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann, sum hevur upplivað eina dýrdarløtu við Gróthúsvatn á Sandi, ikki minst eitt summarkvøld, ivast ikki: Hatta vatnið, hatta økið, er so serstakt viðvíkjandi fuglalívi, plantulívi og landslagi, at vit mugu gera alt fyri at varðveita tað!

Í dýrdarveðrinum eplafagnaðardagin á Sandi høvdu fleiri ókunnufólk við nýggju tunnilsfarleiðini høvi til at uppliva fagra Gróthúsvatn.

Hin kendi fuglavinurin hevur alment ávarað móti vindmyllum vestan fyri Gróthúsvatn. Vónandi og væntandi verður lurtað eftir honum!

Undirritaði tekur avgjørt undir við vindmyllum, men hatta økið er serstakliga illa valt! Finnið vinaliga eina aðra loysn!

Vestan fyri høvuðsstaðin eru fleiri vindmyllur, og tað er gott og neyðugt. Onkur vindmylla er kanska komin at standa í so nær náttúrulundini (viðarlundini) í Havnardali!

Blíðan byr, Føroyar, við grønu menningini á sjógv og landi!

Fáið nú ferð á!

Við grønari orkukvøðu
Eyðun á Borg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo