Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður strúkur í vindi ímillum sunnan og landsynning, samdrigið og ælaveður men kanska onkur sólglotti eisini, hitin um 8 stig.

Týsdagin verður kaldari, niður í trý stig, regn allan fyrrapartin, seinnapartin slítur í og tá sær sólin kanska onkra løtu. Sum frá líður upp í hvassan vind av útsynningi og vestri.

Mikudagin hvassur vindur av útsynningi allan dagin, ælaveður, hitin um 5-7 stig.

Hósdagin verður samregn og hann øtlar vindin upp í skrið ella storm av útsynningi, hitin millum 6 og 9 stig.

Fríggjadagin framvegis nógvur vindur men ættin verður sum frálíður útnyrðingur og norðan, regn ella ælaveður og hitin ímillum 4-6 stig.

Næsta vikuskifti verður ættin fyrst beinur norðan, uppí skrið, seinni minkar vindurin burtur í onki og fer niður í sunnan og landsynning. Hitin 6-7 stig báðar dagarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo