Í samband við at hoyringsfreistin viðvíkjandi P-húsinum við Bøkjarabrekku er við at vera úti, vilja vit enn eina ferð heita á tykkum at umhugsa støðuna hesum viðvíkjandi.
Støðan er tann, at Tróndur Sigurðsson legði fram fyri tykkum á býráðsfundi, har hann eftir besta førimuni greidd frá verkætlanini. Tað bleiv millum annað ført fram, at bygningurin er lækkaður 1 hædd í mun til uppskotið sum var frammi fyri einum ári síðani. Hetta er ikki ein sannleiki sum hvørki umsitingin ella Heðin Mortensen kennir til, og hava tit tískil fingið skeivar upplýsingar.
Bygningurin er pressaður út í mark á nær um øllum síðum. Hetta hevur við sær, at allir grannar fara at hava ein múr sum liggur millum 9 og 14 m á markinum. Hetta viðførir, at tað verður eitt sera stórt skuggaland á grannamatriklunum. Vit meta, at tað ikki rætt, at kommunan skal standa á odda við at fremja hesa neyðtøku av grannaognunum.
Sjálvt um bygningurin er pressaður út í mark er tað ikki nokk av plássi til parkeringina álíkavæl Umsitingin velur tískil at strika øllum krøv, sum annars aðrir borgarar skulu fylgja.
Tað er, at tað skal vera 7m millum tvær rekkjur at p-plássum, í staðin fyri 5,5m, sum verður lagt upp til í hesum føri.
Tá “Grannalív” var á fundi við Heðin Mortensen og umsitingina tann 20. juli 2022 fingu vit eini sera skelkandi boð um, at tað er kommunan sjálv sum ynskir at Gullak Madsen skal byggja parkeringshús. Sjálvur vil byggiharrin bert byggja íbúðir. Hesar upplýsingar hava vit enn tá fingið váttaðar frá sakføraranum hjá byggiharranum, sum hevur samskifti við ein granna. Somu upplýsingar hava vit fingið frá einum býráðspolitikara sum hevur tosað við byggiharran. Vit mugu ásanna, at hatta eru sera skelkandi upplýsingar, at kommunan sjálv skal ganga á odda við at oyðileggja okkara hugnaliga miðbý. Gaman í, var ein arkitektur í KvF nú eitt kvøldi, sum kallaði hesi hugnaligu sethúsaøkini fyri høsnarhús. Vit meta tó sjálvi at tað eru hesi “høsnarhús” sum í stóran mun er við til at geva býnum tann hugnaliga dámin sum enn er í miðbýnum.
Tískil vilja vit hervið heita á tykkum um ikki at atkvøða fyri hesari broytingina av byggisamtyktini, men í staðin lata byggiharran sleppa at byggja íbúðir og halda seg innanfyri verandi byggisamtykt.
Minnist til, at tað vendist ikki aftur um samtyktin verður framd. Tað er sera skjótt at oyðileggja ein býarpart har nógvar barnafamiljur búgva.
P.S. Skitsurnar omanfyri tekstin vísa, hvussu nógv bygningurin kemur at fylla í landslagnum .
Felagið “Grannalív”
Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo