Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum døgum nú val stendur fyri durum, leika vinstraflokkarnir í meira enn nakrantíð og teir stríðast við at vakna við aftur aftaná langan og søtan blund.

Vit hoyra bæði javnaðin við Aksel og Tjóðveldi við Høgna hegla niður yvir vinnuna og vinnulívsfólkini, hesi sum skulu føða okkum øll hvønn dag, eisini meðan tey vinstrahallu droyma.

Teir meyla um øll tey serrættindi, sum ávísir vinnulívsmenn skulu hava fingið at ráa yvir fyri púrasta onki.

Men er tað nú soleiðis, sum teir siga og billa føroya fólki inn.

Veruleikin er ein heilt annar.

Eru hesir vinnulívsmenninir nú so ringir sum onkur vil gera teir til?

Lat okkum nú taka nøkur fá dømi úr rúgvuni:

- Miðskeiðis í 1970-unum ráddi Kjølbro fyritøkan við Thulesen sum stjóra yvir trimum nýggjum saltfiskatrolarum. Utlitini tá vóru so døpur, at hann vildi ikki ráða yvir teimum øllum trimum, men føldi seg noyddan til at seta ein av teimum til sølu. Øll kundu keypa. Mortan Johannesen keypti tann elsta av teimum og gav honum navnið Enniberg – hetta var tann fyrsti Enniberg hjá honum og hansara felag.

- Christian í Grótinum menninir í Klaksvík byrjaðu í 1960-unum sína fyritøku við saltfiskalínuskipum á fjarleiðum.  Í 1970-unum lótu teir nótaskip byggja á Skála. Alt sá so lovandi út, men har var ikki bara alt sum dansur á rósum. Brádliga broyttist bæði fiskarí og fiskaprísir. Hesir menn og manning máttu nú troyta øll fiskimið frá Svaldbard í norð, suður gjøgnum alt eystur Atlantshavið suður um Suðurafrika og næstan norður aftur til Adenvíkina á hinari síðuni av Afrika.

- Varðafólkini í Gøtu lótu teirra fyrsta Trónd í Gøtu byggja í 1987. Alt sá so ljóst út tá teir byrjaðu, men eisini her rakti vánaligur fiskiskapur og botnprísir fyritøkuna. Teir løgdu alt í fyri at varðveita vinnutólið og tryggja fyritøkuna. Týggju-tals hús/húsarhald vóru tá sett í lánsveg langt upp um skorsteinin fyri at varðveita fyritøkuna og arbeiðsplássini. Lukkutíð, teir og alt samfelagið fekk og hevur fingið gleði av hesum seinri.

- Bakkafrost er í dag ein sólskinssøga, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Fólkini aftanfyri fyritøkuna hava so sanniliga lagt rygg til alt tað, sum øll vit nú nýta gott av. Vit sum eldri eru minnast tá Hans á Bakka (pápi Regin), brøður hansara og synirnir við stóðu við høvdunum niðri í sildatunnunum fyri at yvirliva. Teirra stríðsvilji er so við og við vaksin til eina verðinsfyritøku. Her er einki komið fyri einki - her hevur eingin fingið nøkur serrættindi.

Tá nú alt kemur til alt, munnu nú hesir við teimum sokallaðu serrættindunum hava fingið tey fyri púrasta einki?

Eg haldi tað ikki.

So kunnu tey vinstravendu, Høgni, Aksel v. m. leika í við at vreingja veruleikan.

Eingin fær nakað fyri einki.

Ein má hava áræði, vera ágrýtin og taka ábyrgd – tað er vegurin fram.

Bestu heilsanir,
Kjartan Joensen, Leirvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo