Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur 18. desember 2024 svarað §52a fyrispurningi nr.251-059/2024.
Spurt varð um sáttmálaviðurskifti hjá Føroyskum Miðlafólkum.
Í svarinum skrivar FMR millum annað:
"Tað er greitt, at flestu starvsfólkini í Kringvarpinum eru limir í Starvsfelaginum. Í mai 2024 vóru 76 starvsfólk í føstum starvi, sum vóru lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsfelagnum. Av hesum vóru 48 limir (63%) í Starvsfelagnum og 16 limir (21%) í Føroysk Miðlafólk. Harumframt vóru 12 starvsfólk (16%), hvørs limaskapur var ókendur."
Føroysk Miðlafólk skal hervið átala, at landsstýriskvinnan gevur løgtinginum skeivar og enntá villeiðandi upplýsingar.
Føroysk Miðlafólk hava fleiri ferðir gjørt bæði landsstýriskvinnuna og Fíggjarmálaráðið varug við henda skeivleika. Í telduposti til Ruth Vang, landsstýriskvinnu, og Jan Mortensen, stjóra á lønardeildini, 16. september 2024, skriva Føroysk Miðlafólk millum annað soleiðis:
"Síðani fráboðanina 22. mai hevur felagið fingið alsamt fleiri limir í Kringvarpinum. Samlaða limatalið er nú 28 fólk, harav 21 eru í føstum starvi, 5 eru at rokna sum fast fríyrkisfólk og 2 eru fríyrkisfólk við færri uppgávum."
Fráboðanin 22. mai, ið víst verður til, er dagurin tá Føroysk Miðlafólk formliga bað Fíggjarmálaráðið um samráðingarrættin fyri limirnar í Kringvarpinum.
Leggjast skal afturat, at Føroysk Miðlafólk fyrr í summar hevur sett bæði nøvn og starvsheiti á øll 28 fólkini í skrivligum svari til FMR. Tað gjørdi felagið, tí Jan Mortensen beinleiðis spurdi eftir tí.
Tí undrar tað almikið, at landsstýriskvinnan og Fíggjarmálaráðið áhaldandi brúka aðrar upplýsingar, sum bæði eru skeivar og villeiðandi.
Skeivar, tí tær ikki vísa støðuna ídag.
Villeiðandi, tí tær verða samanbornar við eitt limatal hjá Starvsfelagnum, ið eisini fevnir um skrivstovufólk og onnur, ið einki hava við journalistiska yrkið at gera.
Nú er henda villleiðing eisini latin løgtinginum í svari til §52a fyrispurning.
Tað er átaluvert!
Hesin teldupostur er sendur til landsstýriskvinnuna, FMR og løgtingið, sum móttakari av upplýsingunum. Av tí at svarið hjá landsstýriskvinnuni er alment og endurgivið í fjølmiðlum, verður hesin teldupostur eisini sendur miðlunum.
Vinarliga, vegna Føroysk Miðlafólk
Jón Brian Hvidtfeldt, formaður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo