Báðir partar vilja styrkja um tilbúgvingarsamstarvið. Hetta var millum niðurstøðurnar, tá ið landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum, Bjarni K. Petersen, hitti danska starvsbróðurin, Torsten Schack Pedersen, í Keypmannahavn 15. novembur. Føroyar arbeiða við at betra um samstarvið við Danmark og hini Norðurlondini um tilbúgving, millum annað innan Haga-samstarvið.
Bjarni K. Petersen var sera fegin um samrøðuna við danska ráðharran og segði soleiðis eftir fundin:
- Vit høvdu eina sera góða samrøðu um samstarv á tilbúgvingarøkinum, ið báðir partar vilja styrkja. Ítøkiliga havi eg góðar vónir um, at Føroyar kunnu luttaka meiri aktivt framyvir í Haga-samstarvinum og innan norðurlendska samstarvið um veitingartrygd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo