25 ára dagurin hjá Aker Stadion er eitt gylt høvvi til at heiðra Røkke, sum bjargaði Molde FK.
Tað heldur sportsleiðarin í lokalavísini, og tað eru fleiri sum stuðla hugskotinum, skrivar VG.
- Er tað nakar sum her í býnum skal hava eina standmynd, so er tað Røkke. Hann bjargaði felagnum undan húsagangi, bygdi henda fótbóltsvøllin og hevur gjørt eitt risaarbeiði so felagið ert tað, tað er í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo