Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsugranskingareindin, Sjúkrahúsverkið: Í Føroyum drepa vit grind, og vit eta grind. Men hvat halda føroyingar um grind og grindadráp? Skulu vit halda fram at drepa grind, og hvussu nógvir føroyingar luttaka í grindadrápi? Hvussu við dálkingarevnum í grind? Summir føroyingar eta ofta grind, meðan aðrir ongantíð eta grind. Hvørji viðurskifti ávirka, hvussu ofta vit eta grind og um vit eta grind? Hetta eru nakrir av spurningunum, ið Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum ynskir at kanna í spurnakanning, sum síðst í oktobur varð send tilvildarliga útvaldum føroyingum í aldrinum 18-70 ár í Mínboks. Kanningin er partur av Ph.D. verkætlan hjá Elsu F. Helmsdal.

Vit vita, at sera ymiskt er kring landið, hvussu ofta føroyingar eta grind. T.d. vísti stóra spurnakanningin hjá Heilsustýrinum frá 2023, at serliga suðuroyingar og sandoyingar eta nógv oftari grind samanborið við restina av landinum. Tað er áhugavert, at munurin er so stórur frá øki til øki, og endamálið við spurnakanningini er m.a. at koma nærri svarinum, hví munurin er so stórur.

Tí vóna vit, at fleiri fólk frá teimum smærru støðunum í Føroyum vilja svara spurnakanningini, soleiðis at úrslitini eru umboðandi fyri teir ymsu oyggjabólkarnar hvør sær, og ikki einans fyri alt Føroyar samlað.

Tað tekur einans 10-15 minuttir at svara kanningini. Øll, sum svara, hava møguleika at vera við í lutakasti um 5 gávukort virði á 1.000 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo